
Jú fleiri bygningar tit hava, tess størri kann sparingin verða.
Útroknað við 200.000 litrum um árið og oljuprísi á 12,31 kr/l.
Fá tilboðHitavitan skrásetir nýtsluna hjá oljufýringini og gevur eitt greitt yvirlit yvir nýtslu og kostnað.
Ein orkumátari verður settur til oljufýringina av løggildum elinnleggjara.
Orkumátarin skrásetir, nær oljufýringin er í gongd, og hvussu leingi hon koyrir.
Nýtsla og kostnaður verða víst í skipanini í dagligum, vikuligum og mánaðarligum yvirlitum.
Hitavitan gevur tykkum ikki bara yvirlit, men eisini amboð at fremja sparingar.
Hitin verður sjálvvirkandi lækkaður um náttina, í vikuskiftum og frítíðum, tá bygningar ikki eru í brúk.
Sirkulatiónspumpurnar kunnu steðga, tá bygningurin ikki er í brúk, og fara sjálvvirkandi í gongd aftur, um hitin fellur ov nógv.
Vit greina nýtsluna og geva ítøkilig ráð um, hvar tit skjótast kunnu spara.
Fáið eitt felags yvirlit yvir allar bygningar og regluligar frágreiðingar um nýtslu, kostnað og sparingar.

Oljunýtsla í Føroyum
Nógvir stovnar og fyritøkur hava framvegis ikki neyvt yvirlit yvir oljunýtsluna.
Fyllið út niðanfyri, og vit seta okkum í samband við tykkum.
Ella setið tykkum beinleiðis í samband við okkum
Leita tit eftir einari einfaldari loysn til heimið? HeatGo er okkara loysn til privatkundar, ein lítil følari, sum tit sjálvi seta upp. Teknið tykkum á bíðilistan á heatgo.com